Tú & Bókasavnið

Fuglafjarðar bókasavn

Innliman, lánarakort og pin-kota

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Tað er ókeypis at læna á Fuglafjarðar bókasavni og øll kunnu læna.

 

Fyri at læna krevst lánarakort. Hetta fæst við at venda sær til Bókasavnið. Um tú longu hevur lánarakort frá øðrum bókasavni, kanst tú vísa hetta, tá ið tú ynskir at upprætta teg sum lánara við Fuglafjarðar bókasavn. Lánarakortið skal havast við hvørja ferð, ið tú lænir.

 

Børn undir 13 ár skulu hava skrivligt loyvi frá foreldunum fyri at gerast lánari við Fuglafjarðar bókasavn. Innlimingaroyðublað kann heintast her

 

Ábyrgd

Bæði børn og vaksin hava ábyrgd av øllum tí, ið lænt verður upp á teirra lánarakort. Verður lánarakortið burtur, kostar tað 30 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn at fáa sær eitt nýtt.

 

Lánitíðin

Lánitíð er vanliga 1 mánaður. Lánið kann endurnýggjast, um engin annar hevur bíðið um tilfarið.

 

Bílegging

Er tilfarið útlænt, ber til at leggja tað av. Tú kanst sms´a ella ringja á tlf. 238016, senda okkum teldupost til bokasavn@fuglafjordur.fo.

Eisini ber til at bíleggja á netinum. Sí Sjálvavgreiðsla. Vit boða tær frá, tá tilfarið er tøkt.

 

Sjálvgreiðsla

Til ber at bíleggja, endurnýggja og síggja øll tíni lánaraviðurskifti á www.bokasavn.fo. Til hetta krevst loynital (pinkoda), ið fæst á bókasavninum.

 

Sekt og endurgjald

Letur tú ikki inn rættstundis, verður sekt kravd soleiðis:

1-14 dagar ov seint 20 kr.

15-28 dagar ov seint 30 kr.

eftir 29 dagar ov seint 40 kr.

 

Endurgjald verður kravt fyri løstað ella burturblivið tilfar. Afturat innkeypsprísinum verður ómaksgjald lagt kr. 100,-

 

Tagnarskylda

Bókasavnið hevur tagnarskyldu um hvussu, ið tú brúkar bókasavnið. Hetta er bæði galdandi fyri lán og bíleggingar tínar og hvussu, ið tú brúkar Internetið.

 

 

 

 

 

Pretium

Etiam a massa leo. Peletesque habitant morbi tristique senectus et netus etaim malesuada fames ac turpis egestas.

  • Ut semper laoreet metus portiutor
  • Phasellus ultricies congue turpis
  • Males aguada vehiculaet urna
  • Euismod id mauris convallis imper
  • Diete aliquam accumsan aliquam

Sed Pharetra

Gravida nec portta sed porttitor. Nonest praesent mettus lorem consectetur non facilisis et auctor iaculis metus.

  • Sollicitudin in eu est quisque
  • Meaugue urna sed nunc ulltrices
  • Egestas eget sit amet quam
  • Phasellus pretium purus in libero
  • Ornare ullamcorper fringilla eget

Fermentum Diam

Leo adipiscing pretium curabitur digsim lacinia elit, gravida aliquam velit.

Leo adipiscing pretium curabitur digsim lacinia elit, gravida aliquam velit.

 

Leo adipiscing pretium curabitur digsim lacinia elit, gravida aliquam velit.

 

Leo adipiscing pretium curabitur digsim lacinia elit, gravida aliquam velit.

 

Leo adipiscing pretium curabitur digsim lacinia elit, gravida aliquam velit.

 

Fuglafjarðar bókasavn, í Støð 1, 530 Fuglafjørður - tlf. 238016 - t-postur: bokasavn@fuglafjordur.fo

Copyright © All Rights Reserved